Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

10/23/2024 | Press release | Distributed by Public on 10/23/2024 13:18

Røður frá landsstýriskvinnuni og myndir frá tiltakinum

Røða hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, til handan av mentanarvirðislønum landsins í Varpinum í Klaksvík, 23. oktober 2024

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

Gott kvøld øll somul,
Tað er mær ein stórur heiður, sum landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, at bjóða tykkum øllum vælkomnum til handanina av mentanarvirðislønum landsins fyri 2024. Mentanarvirðislønir landsins hava verið handaðar á nærum hvørjum ári í meira enn ein fjórðingsøld og hava tær øll árini verið ein týðandi liður í mentanarpolitikki landsins.

Handanin av mentanarviðislønum landsins er eitt gott høvi at vísa á týdningin, ið mentan og list hava fyri samfelagið og at heiðra tey, ið halga sítt virki til mentan og list.

Í kvøld verða tríggjar virðislønir handaðar: Virðisløn til ungt listafólk fyri 2024, Heiðursgáva landsins fyri 2024 og Mentanarvirðisløn landsins fyri 2024. Eins og undanfarin ár, er tað bókbindarin á Landsbókasavninum, ið hegnisliga hevur bundið heiðursbrøvini inn.

Vit eru stødd í nýggja mentanarhúsinum Varpinum. Stásiligari karmar enn hesir fáast ikki, og eg gleði meg til spennandi skránna, ið bíðar okkum í kvøld. Takk - Klaksvíkar kommuna og Varpið fyri at hýsa tiltakinum.
Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá tiltakinum, so at fólk kring alt landið - ja kring allan heim - kunnu fylgja við og njóta løtuna. Eg vóni og vænti, at vit fáa eitt gott kvøld saman.

---

Fyrstu tankarnir um eitt mentanarhús spruttu hjá fólkum úr áhugafeløgum í býnum, ikki minst hjá Klaksvíkar sjónleikarafelag, ið hevði tørv á hølum.

Alt verður ikki gjørt eftir einum degi, men í februar 2020 kundi Adelborg Linklett venda fyrsta flagnum fyri mentanarhúsinum. Adelborg fór fyrr í ár í annað ljós, men minnini liva um hesa megnar kvinnu, sum var drívmegin í sjónleikinum í Klaksvík í eitt mannaminni.

Mentanarhúsið hevur verið eitt megnar tak hjá Klaksvíkar kommunu og nógvum góðum fólkum og feløgum, sum hava staðið saman um at fáa hesa víðskygdu verkætlan at gerast til veruleika.

Tí framburður kemur ikki av ongum.

Fara vit gott og væl hundrað ár aftur í tíðina, so lá tað ikki í kortunum, at Klaksvík skuldi gerast miðdepilin í Norðuroyggjum og millum fremstu vinnulívsøki í landinum.

Í bókaverkinum Klaksvíkar Søga skrivar søgufrøðingurin Hans Andrias Sølvará, at serliga í tíðarskeiðnum 1908 til 1960 var Klaksvík tað økið í landinum, sum hevði størstu framgongdina, og sum í menning gekk undan restini av landinum. Fólkatalið vaks í tíðarskeiðnum úr 700 upp í gott og væl 4.000 fólk.

Orsøkina sigur Hans Andrias Sølvará vera søguligar røtur, mentanarlig viðurskifti, landafrøðiligar treytir og ágrýtni hjá fólkinum á staðnum, sum í hesum tíðarskeiðinum rann saman í eina hægri eind, og sum skapaði størstu vinnuligu menningina nakrantíð í einum øki í Føroyum.

Mentanarligu pallarnir í fyrru helvt av 20. øld vóru - umframt skúli og kirkja - Háskúlan í Føgrulíð, Klaksvíkar fólkabókasavn, sum helt til í Gamla Skúla, svimjihylar úti í Grøv og Samkomuhúsið, ið varð nevnt Dansistovan, og varð brúkt til fyrilestrar, føroyskan dans og nógv onnur endamál. Feløg so sum Klaksvíkar Ítróttarfelag og hornorkestur vórðu sett á stovn, og blaðið Norðlýsið kom út. Atlantis Bio varð bygt til filmssýning, og gjørdist eisini ein týðandi pallur fyri blómandi tónleikalívið í Klaksvík. Húsarhaldsskúlin varð settur á stovn, og svenski ævintýrarin og listahandverkarin, Aina Cederblom, bygdi Vevskúlan úti í Grøv. Alt tiltøk, sum vóru við til at kveikja og seta gongd á. Myndlistin blómaði eisini hesa tíðina, og eitt nú Elinborg Lützen og Frida Zachariassen vóru í fyrsta ættarliðnum av myndlistafólkum, sum búðu í Klaksvík.

Mentan og list vóru tá - eins og nú - grundalag fyri menning og trivnaði.

Og her grør um gangandi fót. Undir liðini á Varpinum við Vágsbø eru nýggi Húsarhaldskúlin, Klaksvíkar bókasavn við nýggjum barnabókasavni, garður Nólsoyar Páls og ikki minst nýggja Kappróðrarneystið hjá Klaksvíkar róðrarfelag við vøkru listini hjá Edvardi Fuglø, og sum var innstillað til Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2024 fyri burðardygga bygging - og hinumegin Eiðið, við Borðoyarvík, eru Spinnaríið við fjølbroyttum virksemi og Tekniski Skúlin, har grabbin júst er settur í til nýggja aulu. Skúlin hevur tøknibreyt, serbreyt og fýra yrkisútbúgvingar og vit, sum eru savnað her í Varpinum í kvøld, fáa seinni høvi at njóta eitt ábit frá næmingunum á kokkaútbúgvingini á skúlanum.

Tá nýtt hotell eftir ætlan letur upp á Biskupsstøð kunnu mentanarligu karmarnir koma enn meira til sín rætt - eisini vinnuliga. Ferðafólk og fyriskiparar av ráðstevnum velja í alt størri mun ferðamál, ið bjóða mentanarligar upplivingar, og við mentanarhúsi og festivaløki í túninum, umframt einum ríkum mentanarlívi og einastandandi náttúruupplivingum í nánd, so eru møguleikarnir óteljandi.

At mentan og list hava góð hølisviðurskifti er ein av fortreytunum - aðrar fortreytir eru skipanir, ið stuðla undir virksemi og samstarvi. Her hevur ein víðskygdur mentanarpolitikkur alstóran týdning.

Listin og mentanin trívast og mennast, tá karmarnir at virka undir eru góðir og tá vítt er til veggja.

Hjartaliga vælkomin øll somul.


---


Endarøða

Hjartans tøkk fyri í kvøld. Tað hevur verið mær ein sannur heiður, sum landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, at handa virðislønir landsins fyri 2024.

Hjartaliga tillukku tit trý, Hanni Bjartalíð, Randi Ward og Beinir Bergsson við virðislønunum. Hjartans tøkk fyri tykkara vala íkast til føroyska mentan og list.

Framførslurnar hjá Jóhannesi Andreasen, Supervisjón við Lasse Thorning Jæger, Guðrið Hansdóttir við bólki og Klaksvíkar Hornorkestri hava sett sín serliga dám á kvøldið. Hjartans tøkk øll tit, ið hava gjørt okkum kvøldið so serstakt.

Takk, Kringvarp Føroya og øll tit, ið hava verið verið til tiltakið.

Takk fyri blíðskapin Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu og Varpið fyri at tit hava hýst tiltakinum í kvøld. Eg fari at nýta høvi at ynskja klaksvíkingum, norðoyingum og okkum øllum hjartaliga tillukku og blíðan byr við Varpinum.

Her fer listin og mentanin at trívast - bæði tann staðbundna og tann, ið kemur á vitjan.

Eg havi hug at enda kvøldið við orðum eftir Hans Jákupi Glerfoss, sum fyrst og fremst var kendur sum listamálari, men sum eisini var gávaður yrkjari.

Í yrkingasavninum Kvirra í reyðum og bláum frá 1969 stendur yrkingin Tagna ikki.


Tagna ikki tunga,
kámast ikki sjón -
ævinliga unga,
ver mín altíð, vón.

Lýs á hvørjum degi
sálardýpið sum
sól í síni megi
jarðarkringin um.

Kveik so hvørt sum kølna
kertur, aftur fleir -
lív, so hvørt sum følnar
sterkari og meir.

Hjartans tøkk fyri í kvøld øll somul.