09/05/2026 | Press release | Distributed by Public on 09/05/2026 12:39
Í dag var skipað fyri almennari móttøku í sambandi við flaggdagin fyri veteranar, sum hava verið útsendir í hertænastu fyri Danmark. Móttøkan varð hildin umborð á sjóverjuskipinum, Lauge Koch, sum lá við bryggju í Tórshavn.
Uttanríkis- og fiskimálaráðið og Arktisk Kommando skipaðu í felag fyri móttøkuni, har veteranar og familjur teirra vórðu boðin við.
Herálvur Joensen, aðalstjóri, helt røðu vegna Bárð á Steig Nielsen, landsstýrismann í uttanríkis- og fiskivinnumálum. Í røðuni vísti hann á týdningin av teimum menniskjum, sum taka ábyrgd og eru til reiðar at virka fyri friði og støðufesti.
Móttøkan var eitt høvi at sýna virðing fyri veteranum og teirra týdningarmikla arbeiði í altjóða tænastu.
Fleiri myndir síggjast við at trýsta á myndina ovast í skrivinum.