Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

06/27/2026 | Press release | Distributed by Public on 06/27/2026 08:18

Skótarnir hátíðarhildu altjóða limaskap

Nógv fólk vóru komin saman og Havnar hornorkestur setti dám á, tá Føroya skótaráð skipaði fyri hátíðarhaldi í KFUK í Havn í sambandi við at Føroyar hava fingið sjálvstøðugan limaskap í heimsfelagsskapinum fyri gentuskótar, World Association of Girl Guides and Girl Scouts, WAGGGS.

Á hátíðarhaldinum greiddi Elisabeth M. Gaard, forkvinna í Føroya Skótaráði, frá ferðini til Kambodja, har Føroyar fingu sín limaskap við fullari undirtøku frá limalondunum í WAGGGS. Eisini hildu umboð fyri bæði KFUK-skótarnar og SSB-skótarnar røður.

Bæði yngri og eldri skótar úr øllum landinum vóru komnir saman til hugnaliga hátíðarhaldið.


Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, helt røðu, har hann ynskti føroysku skótarørsluni hjartaliga tillukku við limaskapinum.

Øll tit mongu, sum hava arbeitt fyri limaskapinum - skótafeløgini, nevndir, leiðarar og tit, sum hava umboðað Føroya Skótaráð í samskiftinum við WAGGGS - eiga tykkara lut í, at hetta hevur borið á mál.
Ein serlig tøkk eigur føroyska ferðalagið, sum fór ta longu leiðina til Kambodja at umboða Føroyar og leggja málið um føroyskan limaskap fram. Tit umboðaðu Føroyar á besta hátt og kunnu nú fegnast um úrslitið.
Tit hava víst, at føroyska skótarørslan er væl skipað, virkin og før fyri at taka ábyrgd í einum stórum altjóða felagsskapi.

Øll røðan kann lesast her.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on June 27, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on June 27, 2026 at 14:18 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]