08/29/2026 | Press release | Distributed by Public on 08/29/2026 08:09
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, tosaði seinnapartin í gjár við danska verjumálaráðharran, Jeppe Bruus. Teir umrøddu millum annað støðuna, nú bæði føroysku vaktarskipini, Brimil og Tjaldrið, liggja.
Eitt danskt sjóverjuskip er í føroyskum sjógvi í løtuni og er tøkt at røkja uppgávurnar fyri Vørn. Tá ið Tjaldrið fekk maskintrupulleikar, setti Vørn seg beinanvegin í samband við donsku verjuna um støðuna, og nú er avtala gjørd um, at hetta stendur við, til Brimil ella Tjaldrið aftur er klárt at seta í sigling.
Vørn og danska verjan halda fram at samskifta um støðuna og um møguligan tørv á samstarvi um ítøkiligar uppgávur.