Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

05/07/2026 | Press release | Distributed by Public on 05/07/2026 11:20

Føroyar hava verið til hoyring í mannarættindum

Føroyar hava í dag saman við Danmark og Grønlandi verið til hoyring í mannarættindum í ST bygninginum í Genève. Hetta er fjórðu ferð, at Føroyar eru til hesa hoyring, sum verður kallað Universal Periodic Review (UPR). Tað er mannarættindaráð Sameindu tjóða, sum stendur fyri hoyringini, har øll ST limalond á leið fjórða hvørt ár verða hoyrd í, hvussu tey liva upp til tær ásetingar, sum tey hava bundið seg til í ST mannarættindasáttmálunum.

Danmark er formligur sáttmálapartur í ST og hevur sendinevndarleiðsluna til slíkar hoyringar, har umboð úr Grønlandi og Føroyum luttaka. Grønland og Føroyar svara fyri sínum egnu økjum. Í sambandi við hoyringina, fingu ST limalondini høvi til at koma við viðmerkingum og tilmælum um, hvørjir batar mettir verða kunnu verða gjørdir á mannarættindaøkinum. Tilmæli, sum viðvíkja Føroyum, verða almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og fiskimálaráðnum, tá ið tey eru tøk.

Kunning um UPR
UPR er ein tilgongd, har mannarættindaráð Sameindu tjóða (United Nations Human Rights Council) kannar mannarættindastøðuna hjá ST limalondunum og varpar ljós á tey viðurskifti, ið londini kundu bøtt um. Endamálið er at royna at virka fyri, at londini veita sínum borgarum ásettu mannarættindi, bæði í lóg og í verki. Sum liður í hesi tilgongd skulu ST-limalond lata UNHRC frágreiðing um mannarættindastøðuna í landinum áleið fimta hvørt ár. Í mun til aðrar frágreiðingar til ST, sum taka útgangsstøði í einum einstøkum mannarættindasáttmála, fevnir hendan frágreiðingin um allar ST-mannarættindasáttmálarnar. Hin 26. januar 2026 lótu Føroyar inn sína fjórðu frágreiðing um yvirskipaðu mannarættindastøðuna í Føroyum. Føroyska frágreiðingin er partur av felags frágreiðing fyri alt kongsríkið, ið er tilskilað í tríggjar partar (Danmark, Grønland og Føroyar). Hetta er tann sokallaða UPR (Universal Periodic Review) frágreiðingin hjá danska kongsríkinum. Føroyar lótu sína fyrstu frágreiðing av hesum slag til ST í 2011, seinnu frágreiðing í 2015 og triðju frágreiðing í 2021.

Nærri kunning um UPR tilgongdina kann lesast á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og fiskimálaráðnum og sæst her.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on May 07, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on May 07, 2026 at 17:20 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]