Results

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

02/10/2026 | Press release | Distributed by Public on 02/10/2026 05:44

Sóknast eftir uppskotum um limir til Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan

Barna- og útbúgvingarmálaráðið sóknast eftir uppskotum um forfólk og limir í Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan.

Til ber at koma við uppskotum um onnur, men til ber eisini at skjóta seg sjálvan upp sum lim. Endamálið við ráðnum er at ráðgeva Føroya landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan, og um hvussu hesi kunnu gerast gagnlig fyri samfelagið, bæði í almenna og privata geiranum.

Ráðslimir skulu tilsamans umboða vitan um og royndir við gransking, menning og nýskapan, bæði alment og vinnuligt. Ein meiriluti av ráðslimunum skal hava granskingarførleika í minsta lagi á lektarastigi, og fleiri skulu hava viðkomandi og drúgvar royndir úr vinnuni.

Ráðið er sett sambært løgtingslóg nr. 89 frá 7. juni 2020 um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan, har ein formaður og seks ráðslimir verða tilnevndir fyri fýra ár, annaðhvørt ár 3 limir og annaðhvørt ár 4 limir.

Grundað uppskot skulu sendast til: [email protected]

Freistin at lata uppskot inn er 6. mars 2026.

Seinasta frágreiðingin frá ráðnum kann lesast her.

Les lýsingina eftir uppskotum til ráðslimir her.

á myndini:

Í núverandi ráðnum sita:

- Tórheðin J. Jensen, DBA, marknaðarførings- og umsitingarleiðari, formaður (2022-2026)
- Magni Mohr, ph.d. í arbeiðs- og ítróttarfysiologi, dekanur (2024-2026)
- Eyðun Jacobsen, ph.d. í teldufrøði, ráðgevi (2024-2028)
- Gunnvør á Norði, ph.d.. í lívfrøði, granskari ráðgevi (2024-2028)
- Jan Rasmussen, ph.d. og serlækni í hjartasjúkum (2022-2026)
- Ragnheiður Bogadóttir, ph.d. í umhvørvismálum, lektari (2024-2028)
- Sóley H. Hammer, MA í løgfrøði, leiðari (2022-2026)


Magni Mohr varð valdur í ráðið fyri Anniku Helgadóttir Davidsen, sum varð vald frá 1. apríl 2022, men sum seinni segði seg úr ráðnum vegna aðrar uppgávur.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on February 10, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on February 10, 2026 at 11:44 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]