Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

08/11/2025 | Press release | Distributed by Public on 08/11/2025 02:00

Drós í Ólavsstovu sett sum ráðgevi í Mat- og tilfeingishúsinum

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur sett Drós í Ólavsstovu í starv sum ráðgeva í Mat- og tilfeingishúsinum.

Drós er útbúgvin fiskivinnutøkningur og hevur síðani hægri útbúgving í matvørugóðsku og -trygd. Hon hevur drúgvar royndir sum sjálvstøðugur ráðgevi innan framleiðslu og góðskuskipanir í virkjum, sum menna matvørur, fóður og aðrar vørur úr fiski, kjøti og plantum.

Fremsta uppgávan hjá Drós verður at menna kveikjandi karmar fyri mat- og tilfeingismenning í góðum samstarvi við granskarasetrið iNOVA, sum virkar undir liðini á nýggju menningareindini, í bygninginum hjá Vinnuframa á Hoyvíksvegnum í Havn. Bygningurin, sum helst er mest kendur fyri at hava hýst Rúsdrekkasølu landsins, hevur seinastu mongu árini verið karmur um eitt tvørfakligt granskingarumhvørvi fyri biotøkni.

"Vit skulu fáa mest møguligt burturúr okkara rávørum; minka matspill, økja sjálvbjargni og menna nýggjar burðardyggar vørur, so Føroyar gerast eitt fyrimyndarsamfelag, har einki tilfeingi fer til spillis." sigur Drós í Ólavsstovu

Nevndin fyri granskarasetrið iNOVA hevur nú valt at leggja størri dent á at menna nýggjar vørur úr okkara ríka tilfeingi. Henda nýggja strategiin hóskar sera væl til ætlanirnar hjá bæði Vinnumálaráðnum um at menna fleiri landbúnaðarvørur og hjá Fiskimaálaráðnum um at røkka fulla gagnnýtslu og fáa størri virði úr tilfeinginum úr sjónum.

Drós tekur við starvinum 1. september.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on August 11, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on August 11, 2025 at 08:00 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]