Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

10/11/2024 | Press release | Distributed by Public on 10/11/2024 10:29

Handan av sálarheilsuvirðisløn 2024

Á tiltaki hjá Sinnisbata í Smæruni á altjóða sálarheilsudegnum tann 10. oktobur handaði Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sálarheilsuviðurslønina 2024 til Lív Egholm og Óluvu Poulsen, sum í mong ár hava starvast á Psykiatriska deplinum og hava uppiborðið eina viðurkenning fyri teirra góða arbeiði. Lív hevur seinastu 14 árini arbeitt sum fysioterapeutur og Óluva seinastu 24 árini sum sjúkrarøktarfrøðingur. Tær eru nærlagdar, róligar og hava báðar ein serligan eginleika at síggja heila menniskjað og knýta sambond.

Smæran var nærum fullsett til tiltakið. Jóannes Joensen, ið beint nú er aktuellur í sendingini "Bass Elvis og Jesus á Mallorka", framførd tvey løg, og vóru samrøður og forteljingar úr psykiatriini m.a. á skrá.

Røðan hjá landsstýrismanninum lesast her.