Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

02/18/2026 | Press release | Distributed by Public on 02/18/2026 15:39

Norðurlond umrøða dagføring av Helsingforsavtaluni

Samstarvsráðharrarnir úr Danmark, Finnlandi, Føroyum, Grønlandi, Íslandi, Noregi, Svøríki og Álandi hittust í dag, 18. februar, í Keypmannahavn til fyrsta ráðharraráðsfundin undir formansskapinum hjá Danmark og Føroyum í Norðurlendska ráðharraráðnum.

Á fundinum umrøddu samstarvsráðharrarnir millum annað eina endurskoðan av Helsingforsavtaluni, sum er karmur um norðurlendska samstarvið í Norðurlendska ráðharraráðnum og Norðurlandaráðnum.

Ein av høvuðstættunum hjá formansskapinum hjá Danmark og Føroyum er, at Helsingforsavtalan verður dagførd, so Føroyar, Grønland og Áland fáa møguleika at gerast javnsettir partar í avtaluni. Seinasta broytingin í Helsingforsavtaluni varð gjørd í 1995.

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, sigur: "Føroyar hava luttikið í norðurlendska samstarvinum í meira enn 50 ár, og nærum líka leingi hava Føroyar ynskt fullgildugan limaskap. Tí er tað gleðiligt, at Norðanlondini eru komin hartil, at vit eru farin undir ítøkiliga at umrøða eina endurskoðan av Helsingforsavtaluni, sum skal tryggja javnsetta luttøku fyri øll átta norðurlond. Hetta kann loksins geva møguleika fyri fullgildugum limaskapi."

Sirið Stenberg, samstarvsráðharri, hevði forfall til fundin. Í hennara stað luttók Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í tilfeingis- og vinnumálum.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on February 18, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on February 18, 2026 at 21:39 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]