Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

08/22/2026 | Press release | Distributed by Public on 08/22/2026 13:17

Landsstýrismaðurin vitjað fiskivinnufyritøkur

Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, hevur hesa vikuna verið á vitjan hjá fiskivinnufyritøkum í Klaksvík og Suðuroy.

Í Klaksvík vitjaði landsstýrismaðurin í Norðhavnini hjá Faroe Ship og Christian í Grótinum. Har kunnaði hann seg um teirra virksemi og umrøddi gongdina í vinnuni og viðurskifti, sum hava týdning fyri feløgini.

Í Suðuroynni gekk leiðin til Varðan Pelagic, Delta Seafood og P/F Steintór. Landsstýrismaðurin skifti orð við fyritøkurnar um tær avbjóðingar og fortreytir, sum hava týdning fyri vinnuna, bæði í fiskiskapi og framleiðslu.

Eisini varð vitjað hjá Kirvi í Lopra, har leiðslan greiddi frá framleiðsluni av føroyskum kelduvatni og ætlanirnar um at útflyta til útlendskar marknaðir.

"Tað hevur stóran týdning fyri meg sum landsstýrismann at koma út til fyritøkurnar og hoyra frá teimum, sum virka í vinnuni hvønn dag. Tað gevur innlit í, hvar vinnan er í dag, og hvørjir møguleikar og avbjóðingar liggja fyri framman. Tað er ikki minst týdningarmikið at hoyra, hvar vinnan heldur, at karmarnir kunnu gerast betri. Uppgávan hjá okkum politikarum er at lurta og skapa góðar og støðugar karmar, so vinnan áhaldandi kann gera íløgur og mennast," sigur Bárður á Steig Nielsen.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on August 22, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on August 22, 2026 at 19:17 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]