Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

12/30/2025 | Press release | Distributed by Public on 12/30/2025 10:03

Dagførd avmarkandi tiltøk

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og mentamálum, hevur í dag gjørt av, at Føroyar 1. januar 2026 seta dagførd avmarkandi tiltøk í verk. Dagførdu avmarkandi tiltøkini fevna um persónar og eindir, sum eitt nú vera mett at hava framt gerðir ella hava viðvirka í sambandi virksemi, sum hevur til endamáls at ávirka støðufesti hjá londum í Evropa. Hetta kann til dømis fevna um netálop, uppíblanding í fólkaræðisligar skipanir, njósnaraátøk, álop á kritiskt undirstøðukervi, undir einum nevnt hybridar hóttanir.

Talan er um tiltøk móti likamligum og løgfrøðiligum persónum og eindum, sum eru fevnd av avmarkandi tiltøkunum sambært fyriskipan Evroparáðsins nr. 2024/2642 frá 8. oktober 2024. Noreg setti hesi tiltøk í verk í juli 2025.

Millum tey feløg, ið verða fevnd av dagførdu avmarkandi tiltøkunum, eru russisku feløgini Murman Seafood og Norebo JSC, sum higartil hava havt fiskiloyvi í føroyskum sjógvi sambært fiskiveiðuavtaluni millum Føroyar og Russland. Skip hjá hesum feløgum kunnu hereftir sostatt ikki fáa fiskiloyvi til veiðu í føroyskum sjógvi, eins og skipini ikki kunnu koma í føroyska havn.

Harumframt verða fleiri skip løgd afturat listanum við tanga- og farmaskipum, sonevndi "skuggaflotin", sum millum annað verður nýttur til at koma uttanum avmarkandi tiltøkini um prísloft á russiskari olju og gassi.

Kunngerðin við tiltøkum, sum koma í gildi 1. Januar 2026, er tøk her.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on December 30, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on December 30, 2025 at 16:03 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]