04/23/2026 | Press release | Distributed by Public on 04/23/2026 09:29
Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og fiskivinnumálum, er í hesum døgum á fiskivinnumessuni Seafood Expo Global í Barcelona.
Nógvir fiskimálaráðharrar vitja messuna, og er hetta tí eisini eitt gott høvi at hittast á politiskum stigi. Landsstýrismaðurin nýtti í hesum sambandi høvið at hittast við starvsfelagar úr grannalondunum.
Talan var um fundir við íslendska vinnumálaráðharran, sum eisini varðar av fiskivinnumálum, Hanna Katrín Friðriksson; norska fiskimálaráðharran Marianne Sivertsen Næss, og bretska fiskimálaráðharran, Dame Angela Eagle.
Á fundinum vóru sínámillum mál umrødd, umframt áleikandi strandarlandasamráðingar og avbjóðingar í hesum sambandi. Londini vóru samd í týdninginum av burðardyggari umsiting av fiskastovnunum, og at neyðugt er at finna semjur um ferðandi fiskastovnarnar. Eisini varð víst á týdningin av einum tøttum samstarvi millum grannalond í hesum óstøðugu tíðum.
Sí fleiri myndir við at trýsta á myndina ovast í skrivinum.
Á myndunum sæst landsstýrismaðurin saman við Marianne Sivertsen Næss, Dame Angela Eagle og Honnu Katrín Friðriksson.