Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

01/11/2025 | Press release | Distributed by Public on 01/11/2025 08:56

Næmingar vitja í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum

Næmingar vitja í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum

Silas, Boas og Markus úr 9. flokki í Skúlanum við Løgmannabreyt, sum arbeiða við eini verkætlan um týdningin av rørslu í fólkaskúlanum, vitjaðu og høvdu eitt prát við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann, um hetta evni.

Teir tríggir 9. floksnæmingarnir høvdu fyrireikað nakrar góðar og viðkomandi spurningar til landsstýrismannin, sum í sínum svarum vísti á teir mongu ágóðar, sum vit hava av at røra okkum, tí vit læra m.a. betur, tá vit røra okkum og eru aktiv.

Landsstýrismaðurin legði áherðslu á, at rørsla ikki einans er gott fyri likamligu heilsuna, men at ítróttur og rørsla gera tað eisini lættari at knýta vinabond, menna álit, samstarv, orku, gleði og felagskenslu.

Landsstýrismaðurin prátaði eisini við næmingarnar um tey góðu ítrótta- og rørsluátøk, sum eru í dag í fólkaskúlanum, har m.a. nevnast kunnu árligi rennidagurin, Fit First, Spæliliðini og Skúlaleikir.