Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

09/19/2025 | Press release | Distributed by Public on 09/19/2025 05:09

Føroyar fáa veðurlagslóg

Langtíðar mál Føroya at minka útlátið av vakstrarhúsgassi verður nú ásett við lóg. Lógin ásetir, at føroyska útlátið av vakstrarhúsgassi skal vera netto null í 2050. Lógin áleggur politisku skipanini at gera neyðug átøk at tálma útlátinum og at seta í verk tíðarfestar virkisætlanir at náa málinum. Veðurlagslógin setir eisini á stovn eitt óheft Veðurlagsráð við serfrøðingum, sum skulu gera tilmæli til nýggj átøk og hava eftirlit við, at politiska skipanin fremur neyðug átøk at náa málinum.

Ein veðurlagslóg er okkara trygd fyri, at vit sum samfelag seta okkum greið mál, bindandi mál, og at vit halda fast við tey, óansæð hvør situr við valdið, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna. Vit hava skyldu - mótvegis børnum og barnabørnum okkara - til at lata ein heim víðari, sum er liviligur.

Veðurlagslógin tekur støði í altjóða tilmæli frá Sameindu Tjóðum um at minka útlátið av vakstrarhúsgassi so mikið skjótt, at til ber at halda miðal hitaøkingini á jørðini niðri á 1.5-2.0 stigum við aldarmótið.

Lógin ásetur ikki ítøkiliga, hvussu komast skal á mál. Virkisætlanir skulu gerast við tíðarfestum átøkum, til málið er rokkið. Lógin hevur sum fortreyt, at bygt verður víðari á orku- og veðurlagspolitikkin, sum Løgtingið samtykti í 2022.

Langtíðarmál Føroya vísir, at arbeiðið á veðurlagsøkinum fer at ganga yvir fleiri valskeið, og tí er ynskiligt at byggja arbeiðið á breiðar politiskar semjur, so til ber at tryggja framskygni og so skynsama tilgongd, sum tilber.

Hoyringarfreistin er sett til mánadagin 20. oktober 2025.

Viðmerkingar skulu sendast til: [email protected].

Lógaruppskotið er tøkt á her, og hoyringarskrivið her.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on September 19, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on September 19, 2025 at 11:09 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]