Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

10/02/2025 | Press release | Distributed by Public on 10/02/2025 02:13

Nýggj hjálparlinja fyri harðskapsrakt og tilboð til fremjarar

Tey, ið eru fyri harðskapi skulu hava lætta atgongd at søkja sær hjálp, ráðgeving og vitan. Breið semja var um hetta í sambandi við hoyringar, tá heildarætlanin: Harðskapur í parlagi og nærsambondum 2023-2028, varð fyrireikað.

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, tók fyrr í ár avgerð um at farast skuldi undir at fyrireika og seta í verk átak 17 í heildarætlanini: at skipa eina harðskapsráðgeving, har til ber at venda sær navnleyst, fyri at fáa hjálp í sambandi við harðskap - bæði fyri tey, ið eru fyri harðskapi og tilboð til tey, ið fremja harðskap. Játtan var til at fyrireika tilboðið í ár, og í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 er peningur settur av at byrja virksemið.

Raðfestingin merkir, atfyrireikingin av hjálparlinjuna verður sett í verk sum partur av virkseminum hjá Liv uttan harðskap og Kvinnuhúsinum. Partur av fyrireikingini er eisini at finna ein samleika og eitt navn fyri bæði hjálparlinjuna og tilboð til tey, ið fremja harðskap, eins og heimasíða verður ment til at rúma endamálinum. Hjálparlinjan verður inngongdin til samlaða virksemið og starvsfólk sett at samskipa hetta. Samstundis tí verða øll starvsfólkini útbúgvin til nýggju fakligu avbjóðinga.

Eftir at hava fylgt tilgongdini og nú fyrireikingini av hesum nýggja og átrokandi átaki, verður spennandi at fylgja arbeiðinum á mál. Hetta tilboðið fer at tryggja, at tey, ið eru fyri harðskapi, bæði kvinnur og menn, smidliga kunnu søkja sær neyðugu hjálpina, at avvarðandi fáa ráðgeving, eins og fakfólk kunnu spyrja seg fyri, tá ivamál um harðskap stinga seg upp. At tey, ið fremja harðskap, somuleiðis fáa tilboð um hjálp, er eitt týðandi stig rætta vegin," sigur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum

Mett verður, at samlaði kostnaðurin fer at liggja um 800 tús. kr. árliga. Í verandi játtan til heildarætlan um harðskap eru áleið 400 tús. kr. ætlaðar til endamálið, meðan tað í fíggjarlógaruppskotinum er ætlað hækking við 400 tús kr.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on October 02, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on October 02, 2025 at 08:13 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]