06/25/2026 | Press release | Distributed by Public on 06/25/2026 09:45
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, hevur í dag hitt nýggja Arbeiðsumhvørvisráðið.
Forkvinna í ráðnum er Evelyn Gaard, sum er tilnevnd av landsstýriskvinnuni eftir tilmæli frá Arbeiðsumhvørvisráðnum. Hinir limirnir eru:
Umframt at heilsa upp á nýggja ráðið nýtti landsstýriskvinnan høvið til at tosa við ráðið um ætlanirnar fyri komandi tíðina. Landsstýriskvinnan ynskir at raðfesta arbeiðsumhvørvið í Føroyum og at arbeiða fram í móti einari nullhugsjón, tá ið tað snýr seg um arbeiðsvanlukkur.
Arbeiðsumhvørvisráðið verður ein virkin og týðandi partur í arbeiðinum við at fremja eina nullhugsjón á føroyska arbeiðsmarknaðinum og skal vera við til at gera tilmælir og uppskot um, hvussu arbeiðið kann skipast, so málið verður rokkið.
Landsstýriskvinnan ynskir nýggja Arbeiðsumhvørvisráðnum blíðan byr í arbeiðinum og takkar fráfarna ráðnum fyri teirra íkast og arbeiðssemi seinastu árini.
Myndin frá vinstru: Heri Vík, Marius Thomassen, Margit Stórá, Evelyn Gaard, Suni Simonsen og Irdi Neshamar. Bina Reginsdóttir og Annika Helgadóttir Davidsen vanta á myndini.