01/21/2026 | Press release | Distributed by Public on 01/21/2026 10:06
Tíðindaskriv
Landsstýrismaðurin í ferðavinnumálum, Eirikur í Jákupsstovu, var týsdagin 20. januar í Oslo, tá Visit Faroe Islands og Atlantic Airways bjóðaðu norskum ferðasmiðum og fjølmiðlum til eitt ferðavinnutiltak í sambandi við EM-hondbóltsdystin millum Slovenia og Føroyar.
Góðir 30 ferðasmiðir og fjølmiðlar luttóku á tiltakinum, har landsstýrismaðurin helt røðu. Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, hevði framløgu um Føroyar sum ferðavinnuland við serligum atliti at norska marknaðinum.
Kokkarnir, Gutti Winther og Janus Einar Sørensen, borðreiddu við leskiligum rættum, samansettum av føroyskum og norskum siðbundnum rávørum og matmentanum.
Á skránni vóru eisini tónleikainnsløg. Fyrst framførdi Silvurdrongurin, Trygvi Danielsen, egnar yrkingar á ein serstakan og persónligan hátt. Síðani framførdi Dania O. Tausen egin løg við inniligum tónleiki.
Eftir tiltakið fóru gestirnir saman til dystin í Unity Arena í Oslo, har teir upplivdu ta sermerktu føroysku áskoðarafjøldina, tá Føroyar spældu móti Slovenia.
Tiltakið er partur av marknaðararbeiðinum hjá Visit Faroe Islands og Atlantic Airways á norska marknaðinum.