Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

06/15/2025 | Press release | Distributed by Public on 06/15/2025 05:55

Hevur tú rindað ov nógv í heilsutrygdargjaldi frá 2014 til 2023

Persónar, sum hava rindað heilsutrygdargjald í Føroyum frá 1. november 2014 til 31. desember 2023, og samstundis hava rindað heilsutrygdargjald í øðrum Norðurlandi, kunnu søkja um at fáa heilsutrygdargjaldið í Føroyum endurrindað. Hetta er sambært løgtingslóg um afturrindan av heilsutrygdargjaldi, sum varð samtykt í mai í ár.

Tú søkir á Borgaraglugganum

· Rita inn

· Vel Oyðubløð > Heilsutrygd > Afturrindan av heilsutrygdargjaldi

· Fyll út og send

Síðsta freist at søkja er 31. desember 2025.

Søkir tú um endurgjald fyri tíðina eftir 2023?

Tá skalt tú søkja beinleiðis frá Heilsutrygd. Les meira á heimasíðuni hjá Heilsutrygd.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on June 15, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on June 15, 2025 at 11:55 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at support@pubt.io