Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

09/30/2026 | Press release | Distributed by Public on 09/30/2026 09:03

Arbeiðsplássráðgeving skal hjálpa fleiri at fáa fótafesti á arbeiðsmarknaðinum

Við uppskotinum til fíggjarlóg fyri 2027 hevur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, valt at raðfesta arbeiðið fyri einum rúmligari arbeiðsmarknaði.

Við raðfestingini fer Almannaverkið at veita arbeiðsplássráðgeving til arbeiðsgevarar, sum taka ímóti ella hava starvsfólk við skerdum arbeiðsførleika. Endamálið er, at fleiri fáa møguleika at gerast partur av arbeiðslívinum, og at arbeiðsrættaðar fyriskipanir í størri mun eydnast.

Ein rúmligur arbeiðsmarknaður snýr seg um at geva fleiri møguleika at brúka sínar førleikar og vera partur av arbeiðslívinum. Men hetta kann eisini vera ein vinningur fyri arbeiðsplássini, sum fáa atgongd til arbeiðsmegi og førleikar, ið annars ikki verða gagnnýttir. Skal tað eydnast, krevst góð ráðgeving, samskipan og uppfylging. Tí raðfesta vit nú hetta arbeiðið", sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum.

Almannaverkið upplivir, at arbeiðsgevarar hava tørv á meiri vitan, ráðgeving og uppfylging. Hetta kann eitt nú snúgva seg um, hvussu arbeiðsplássið kann taka atlit til sálarligar ella sosialar avbjóðingar og skapa hóskandi karmar um arbeiðið.

Í ráðgevingini verður dentur lagdur á at finna hóskandi arbeiðspláss, fyrireika arbeiðsgevaran og fylgja upp, tá ið tørvur er á tí. Samstundis verður ráðgevingin og samskipanin kring tann einstaka styrkt, so hjálpin verður veitt rættstundis, og tænasturnar hanga betur saman.

Raðfestingin er partur av strategiska átakinum Eitt gott lív á egnum beinum, sum hevur til endamáls at skapa meira samanhangandi, fyribyrgjandi og smidligar tænastur við støði í tørvinum hjá tí einstaka.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on September 30, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on September 30, 2026 at 15:03 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]