10/07/2025 | Press release | Distributed by Public on 10/07/2025 02:13
Vitlíki hevur longu stóra ávirkan á okkara samtíð og fær enn størri týdning í framtíðini. Nú er avgjørt, hvør skal loysa uppgávuna at gera fyrireikandi arbeiði til heildarætlan um vitlíki. Eftir almenna útboðið hevur Gjaldstovan valt Flowcore, við Vitlíkisstovuni sum undirveitara, at standa fyri arbeiðinum.
Við hesum setur Landsstýrið ferð á menningina og nýtsluni av vitlíki. Tað er neyðugt at kanna, hvussu vit gera bestu íløgurnar í tøkni, sum kunnu verða við at loysa stóru haldførisavbjóðingarnar. Samstundis skal tryggjast, at vitlíki verður brúkt á ábyrgdarfullan hátt, við greiðum fyriliti til dátuvernd og etikk - og við tí fyri eyga at styrkja føroyska búskapin við nýskapan og vinnuligum møguleikum.
Heildarætlanin skal seta út í kortið, hvussu vitlíki kann brúkast til gagns fyri borgarar, vinnu og samfelagið sum heild. Hon skal:
orða eina visión fyri almennu nýtsluna av vitlíki
savna íkast frá stovnum og áhugapørtum í Føroyum
fáa íblástur úr grannalondum
enda við eini skrivligari frágreiðing við visión og tilmælum
Tað er einki sjálvsagt, at eitt lítið land sum okkara setur sær høg tøknilig mál. Vit vísa ferð eftir ferð, at vit megna tað. Eitt nú við Talgildu Føroyum, sum seinastu 10 árini hava ment loysnir, ið tæna øllum samfelagnum. Hetta hevur lagt lunnar undir eitt framkomið og talgilt samfelag - og við vitlíki taka vit nú næsta stig.
Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum:
"Vit skulu gera íløgur í vitlíki, tí vit vilja tryggja, at Føroyar fáa lut í teimum møguleikum, sum tøknin gevur - men hetta skal gerast við ábyrgd og øllum neyðugum fyrilitum.
Tað snýr seg fyrst og fremst um at gera tað lættari hjá fólki og vinnu og betri fyri samfelagið. Við eini heildarætlan skulu vit kanna, hvussu vit brúka orku og pengar skilabest og tryggja haldgóða vælferð í framtíðini, har vit fáa betri tíð til tær uppgávur, sum krevja umsorgan, nærveru og fakligan serkunnleika."