09/30/2025 | Press release | Distributed by Public on 09/30/2025 10:46
Ung við umfatandi trupulleikum vera ikki nóg væl loftaði í verandi skipanum. Tí hevur Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í almanna- og mentamálum, gjørt av at seta pengar av til eitt tilhaldsstað til ung við umfatandi sálarligum, sosialum og rúsevnis trupulleikum á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026.
Tilhaldstaðið verður skipað undir Almannaverkinum í tøttum samstarvið við Psykiatriska depilinum, rúsviðgerðarstovnunum og Kriminalforsorgina. Verandi tænastur hjá RóWT verða samantvinnaðar við virksemið í húsinum, og talan verður um eina 24/7 tænastu. Virksemið fevnir eisini um eina útitænastu, sum skal virka út frá tilhaldsstaðnum.
Landsstýrismaðurin fegnast tí um, at vit við tilhaldsstaðnum loksins fáa eitt haldført og føroyskt tilboð, sum byggir á virðing, nærveru og fakligt samstarv.
Tilhaldsstaðið fer eftir ætlan at lata upp umleið í apríl 2026.
Mett verður, at tilhaldsstaðið fer at kostað um 8 mió. kr. Verandi játtan til RóWT, saman við raðfestingini á 3,5 mió. kr. í fíggjarlógaruppskotinum, fara at fíggja nýggja tilhaldsstaðið, umframt at samstarvspartar fíggja sín part. Talan verður ikki um fult virksemið í 2026, tí skulu 500 tús.kr. játtast aftrat í fíggjarlógini fyri 2027.