Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

12/05/2025 | Press release | Distributed by Public on 12/05/2025 05:57

Føroyska veðurstovan í menning

Landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum, Eirikur í Jákupsstovu, vitjaði í gjár Veðurstovu Føroya.

Bárður A. Niclasen og starvsfólk á Veðurstovuni tóku ímóti og greiddu frá tí menning, sum hevur verið á Veðurstovuni, síðani hon var sett á stovn í 2021.

Í summar fór Veðurstovan frá at hava føroysk veðurtíðindi gerandisdagar til at hava veðurtíðindi alla dagar í vikuni - við veðurforsagnum, ávaringum og mátingum kring alt landið. Ein tænasta, sum hevur stóran týdning fyri trygdina og gerandisdagin hjá føroyingum, og ikki minst fyri vinnur á sjógvi og landi.

Á vitjanini varð eisini greitt frá, hvussu arbeitt verður við at menna ein føroyskan veðurmyndil, sum kann gera forsagnir, ið geva munandi neyvari og meira staðbundnar veðurforsagnir um alt landið. Hetta styrkir bæði tænasturnar til almenningin og møguleikarnar hjá teimum, sum eru treytað av góðum veðurlýsingum - frá sjóvinnu og byggivinnu til samferðslu og tilbúgving.

Eisini arbeiðið við at menna ein havmyndil er ein serliga spennandi verkætlan. Málið er at kunna veita betri og meira ítøkiligar upplýsingar um rákið og viðurskifti á sjónum, sum m.a. kunnu nýtast í leitiskipanum hjá MRCC, og sum eisini kunnu hava stóran praktiskan týdning fyri alivinnuna og aðrar brúkarar, har sjó- og veðurviðurskifti eru avgerandi.

"Eg eri sera glaður fyri, at vit í Føroyum hava eina so dugnaliga og ambitiøsa veðurtænastu, sum, hóast hon er ung, er serstakliga vælvirkandi og mennist hvønn einasta dag", sigur Eirikur í Jákupsstovu landsstýrismaður.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on December 05, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on December 05, 2025 at 11:57 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]