06/20/2026 | Press release | Distributed by Public on 06/21/2026 05:36
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, hevur verið á kunningarvitjan á Fróðskaparsetrinum, har stýrisformaðurin Ólavur Ellefsen, og rektarin Martin Zachariassen greiddu frá og vístu runt. Støðið var tikið í strategisku ætlanini hjá Setrinum fram til 2030, har stórar ætlanir eru í stoypiskeiðini. Tosað var m.a. um, hvussu Setrið í enn størri mun kann vera við til at menna nýskapan og verksetan í føroyska samfelagnum. Málið er, at fleiri viðkomandi útbúgvingar verða mentar, sum taka støði í tørvinum hjá vinnulívinum.
Skjótt verður farið undir at byggja felagsbygningin á Kampus, og hevur henda verkætlanin almiklan týdning fyri lestrarumhvørvið á Setrinum. At Føroyar standa seg betri í kappingini, tá ung velja lestrarstað. At útlendsk lesandi eisini fara at velja Føroyar, tá tað verður møguligt gjøgnum Erasmus+ skipanina hjá ES.
Landsstýrismaðurin var eisini framvið á Námsvísindadeildini, sum heldur til í Lon 5. Hesin parturin av Setrinum er júst vorðin høvuðsumvældur sum fyrsta stig í umvælingini av bygningunum á Frælsinum. Prosjekterað verður í løtuni, hvussu høvuðsumvælingin og umbyggingin av Frælsinum heldur fram.