Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

07/27/2026 | Press release | Distributed by Public on 07/27/2026 13:46

Rúnasteinurin máldur upp

Forvitnisligi rúnasteinurin, sum í síðstu viku kom undan kavi í fornfrøðiliga útgrevstrinum á Sondum á Sandi, verður nú máldur upp. Rúnasteinurin verður 3D-skannaður, og eitt talgilt modell verður gjørt av honum. Umframt at varðveita rúnasteinin í talgildum líki, kann 3D-modellið eisini brúkast til nærri kanningar av rúnasteininum, tí tað ber til at seta ljós og skuggar, ið gera rúnaskiftina lættari at lesa.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum og Sofus Poulsen, ið eigur stykkið á Sondum, har rúnasteinurin er funnin, vórðu í hesum sambandi bodnir á Tjóðsavnið, har Helgi D. Michelsen, leiðari á Fornfrøðideildini á Tjóðsavninum, vísti teimum rúnasteinin og greiddi frá útgrevstrinum á Sondum.

Tað er spennandi at síggja rúnasteinin, tí tað kennist, sum hann letur fortíðina tala beinleiðis til okkara. Eisini er áhugavert at síggja, hvussu tey á Tjóðsavninum brúka 3D-tøkni til at skráseta steinin, so hann kann verða varðveittur í talgildum líki, segði Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum.

Nakað av rúnasteininum er brotið burturav, og nakrar av rúnunum eru tí eisini kámaðar burtur. Fornfrøðingarnir á Tjóðsavninum halda seg tó kunna týða orðini "hvílir" og "her", og tað kundi týtt upp á, at talan er um ein gravstein.

Rúnasteinurin varð funnin í gólvinum í einum bygningi, ið fornfrøðingarnir halda vera eitt bønhús úr miðøld. Umframt rúnasteinin eru eisini aðrir fornlutir funnir í útgrevstrinum í summar. Brot av eini lítlari standmynd av Mariu við Jesusbarninum, ein kola og ein fingurbolli eru millum áhugaverdu lutirnar, ið eru funnir á Sondum.

Fornlutirnir frá útgrevstrinum verða sýndir fram seinni, og 3D-skanningin av rúnasteininum verður løgd út á 3D-portalin hjá Tjóðsavninum á https://www.sketchfab.com/savn. Á 3D-portalinum liggja longu modell av bønhúsinum og rúnasteininum í gólvinum. Tað er Fornfrøðideildin á Tjóðsavninum, sum stendur fyri arbeiðinum at gera 3D-skanningar og modell.

Fornfrøðiligi útgrevsturin á Sondum á Sandi heldur fram í august, og tá kemur eisini ein rúnufrøðingur til Føroya at kanna rúnasteinin nærri.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on July 27, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on July 27, 2026 at 19:46 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]