Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

01/17/2025 | Press release | Distributed by Public on 01/17/2025 08:00

Ferðslulógin send í almenna hoyring

Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið hevur sent uppskot til broytingar í ferðslulógini í almenna hoyring.

Ætlanin er at gera broytingar í ásetingunum um rúsevnakoyring, sum er vorðin ein alsamt vaksandi trupulleiki. Serliga tey seinastu árini eru tølini av bilførarum, sum verða tiknir fyri rúsevnakoyring, vaksin nógv.

Í 2024 vórðu 64 bilførarar tiknir fyri rúsevnakoyring, meðan tað í 2023 vóru 34 bilførarar, sum vóru tiknir, og 25 bilførarar í 2022.

"Eg fegnist um, at hesar broytingarnar nú verða framdar ferðslutrygdini at frama, og vónandi fara broytingarnar at viðvirka til, at óhepna gongdin seinastu árini við rúsevnakoyring verður steðgað", sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Í galdandi lóggávu er revsingin fyri brot á rúsevnamarkið í førinum fyrstu ferð ein sekt uppá eina hálva mánaðarliga nettoløn, umframt eina treytaleysa frádøming av koyrirættinum í 6 mánaðir, óansæð hvussu stór nøgdin av rúsevnum í blóðinum er.

Orsøkin er, at tá hendan ásetingin varð samtykt, var ikki møguligt at seta eitt mark fyri, nær og í hvønn mun tey ymisku rúsevnini ávirka føraraevnini, eins og tað vísindaliga er møguligt at áseta rúsdrekkapromilluna. Fyri hash (THC) eru nú ásett mørk fyri, hvussu føraraevnini verða ávirkað. Tí ber nú til at broyta revsiásetingarnar fyri koyring undir ávirkan av hashi, soleiðis at revsimynstrið fer at líkjast revsimynstrinum fyri rúsdrekkakoyring við einum trappustigamynstri. Alt eftir, hvussu ávirkaður førarin er av hashi, verður sektin í flestu førum ein mánaðarlig nettoløn og treytaleys frádøming av koyrirættinum í minst 1 ár, og í endurtøkuførum upp til 10 ára treytaleysa frádøming av koyrirættinum, umframt møguliga treytað ella treytaleyst fongsul.

Harumframt verða aðrar smærri broytingar eisini gjørdar í ferðslulógini.

Hoyringarfreistin er til 29. januar 2025.

Uppskotið sæst her á síðuni undir uppskot til ummælis.