Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

06/04/2025 | Press release | Distributed by Public on 06/04/2025 06:47

Landsstýrismaðurin helt talu í sambandi við MeCCAM verkætlanina

Í gjár helt Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, talu í sambandi við, at Horizon verkætlanin MeCCAM fór av bakkastokki á Hotel Hafnia. Yvir 40 luttakarar vóru samlaðir úr 9 evropeiskum londum.

MeCCAM er ein stytting fyri Measures for Climate Change Adaption and Mitigation in European Fisheries, og er ein verkætlan um fiskiskap og veðurlagsbroytingar. Tað er Sjókovin, ið leiðir verkætlanina. Aðrir føroyskir luttakarar eru Havstovan og Varðin.

Eitt av granskingarøkjunum í verkætlanini er uppsjóvarfiskiskapur í Norðuratlantshavi. Í Føroyum er havið eitt tað týdningarmiklasta tilfeingi, og fiskivinnan er ein av grundsúlunum undir okkara búskapi. Tað er av stórum týdningi, at fiskivinnan minkar um útlátið og verður meira burðardygg.

Føroyar eru smáar í stødd, men hava sera nógva vitan og royndir, tá talan er um havið og fiskivinnu. Vit hava nakað serligt at bjóða og nógv at læra frá øðrum.

Landsstýrismaðurin ynskti øllum góða eydnu við arbeiðinum og fegnaðist um, at verkætlanin fór av bakkastokki hjá okkum í Føroyum.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on June 04, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on June 04, 2025 at 12:47 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at support@pubt.io