Results

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

11/13/2025 | Press release | Distributed by Public on 11/14/2025 10:23

Landsstýriskvinnan í Brüssel

Ruth Vang hevur luttikið á árliga norðurlendska ráðharrafundinum fyri fíggjarmálaráðharrar. Fundurin var í Brüssel. Fundurin viðgjørdi serliga tilbúgving av fíggjarliga undirstøðukervinum í einari ófriðaligari tíð. Ráðharrarnir raðfesta eitt tættari norðurlendsk samstarv á hesum øki.

Les tíðindaskrivið frá fundinum her.

Eisini nýtti Ruth Vang høvið at hitta Henna Virkkunen, ES-nevndarlim við ábyrgd fyri talgilding, trygd og fólkaræði og Valdis Dombrovskis, ES-nevndarlim í búskaparmálum.

ES hevur sett sær sum mál at minka um regulering og menna produktivitet og kappingarføri - nakað sum samsvarar væl við málini hjá landsstýrinum.

Á fundunum vóru millum annað talgilding og handil umrødd, sum eisini er nevnt í semjuskjalinummillum Føroyar og ES, sum varð undirskrivað í fjør.

Yvirhøvur er áhugi og vilji í ES-skipanini til at menna samstarvið við Føroyar. Fyri okkum hevur tað týdning, at føroysk vinna og persónar hava lætta atgongd til ES-marknaðin - sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna.
Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on November 13, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on November 14, 2025 at 16:23 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]