Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

06/23/2026 | Press release | Distributed by Public on 06/23/2026 04:30

Per Busk settur sum nýggjur forstjóri fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum

Landsstýriskvinnan í heilsumálum hevur avgjørt at seta Per Busk sum forstjóra fyri Sjúkrahúsverkið og sjúkrahússtjóra á Landssjúkrahúsinum. Hann tekur við starvinum 1. juli 2026.

Per Busk hevur drúgvar leiðsluroyndir frá danska heilsuverkinum og serliga frá sjúkrahúsøkinum. Hann hevur í nógv ár verið sjúkrahússtjóri á Esbjerg Sygehus og hevur seinasta góða hálva árið verið virkandi sjúkrahússtjóri. Harumframt hevur hann havt leiðandi størv í Region Syddanmark, har hann millum annað hevur arbeitt við sjúkrahúsætlanum, heilsutrygd, præhospitalsøkinum og sjúkrahúsrakstri.

Per Busk er útbúgvin cand.scient.pol. frá Aarhus Universiteti í 1993. Hann hevur harumframt leiðsluútbúgvingina KIOL frá 2004.

Í starvinum fær Per Busk ovastu ábyrgdina av Sjúkrahúsverkinum, sum fevnir um Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Suðuroyar Sjúkrahús og Sjúklingahotellið í Keypmannahavn. Starvið fevnir samstundis um ábyrgdina sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum.

Við setanini fær Sjúkrahúsverkið ein royndan leiðara við hollari vitan um sjúkrahúsrakstur, fyrisiting og menning av heilsutænastum.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on June 23, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on June 23, 2026 at 10:30 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]