Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

08/17/2026 | Press release | Distributed by Public on 08/17/2026 09:09

Gott samstarv um fólkakirkjuna

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, hevur verið á vitjan hjá Jógvani Fríðrikssyni, biskupi. Á fundinum vóru eisini prósturin, Ovi Brim, og umboð fyri Stiftsumsitingina.
Landsstýrismaðurin í kirkjumálum er evsta embætisvald í fólkakirkjuni, og biskupurin er ráðgevi hansara í kirkjumálum.

Á fundinum greiddi biskupurin frá fólkakirkjuni og bygnaðinum í kirkjuni. Yvirskipað var eisini komið inn á nøkur aktuell mál og viðurskifti hjá fólkakirkjuni.

Biskupurin fegnaðist um, at nógv er fingið av skafti, og at samstarvið millum fólkakirkjuna og Mentamálaráðið er so gott. Millum annað fegnaðist biskupurin um nýggju kunngerðina um samsýningar til kirkjutænarar og hjálparfólk, sum er sett í gildi, og sum fær fullan virknað 1. januar 2027.

Biskupurin vísti landsstýrismanninum runt á Biskupsgarðinum. Landsstýrismaðurin gleðir seg til at halda fram við tí góða samstarvinum.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on August 17, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on August 17, 2026 at 15:09 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]