05/07/2026 | Press release | Distributed by Public on 05/07/2026 16:09
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, hevur tilnevnt tveir nýggir limir í stýrið fyri Húsalánsgrunnin, vanliga nevnt Bústaðir.
Nýggju limirnir eru Bogi Jacobsen og Gestur Hovgaard, sum tóku við 1. mai 2026.
Umframt teir báðar sita Ingibjørg Berg, Rakul í Gerðinum og Maud Hilduberg í stýrinum.
Tilnevningin av stýrislimum fer fram annað hvørt ár, soleiðis at ávikavist tríggir og tveir stýrislimir verða tilnevndir aðru hvørja ferð.
Stýrið hevur skipað seg við Ingibjørg Berg sum forkvinnu.
Landsstýriskvinnan ynskir nýggja stýrinum blíðan byr í arbeiðinum og takkar fráfarandi stýrislimunum, Teiti Samuelsen, sum hevur verið formaður, og Petur Even Djurhuus, fyri teirra íkast og arbeiðssemi seinastu árini.
Myndatekstur: Á myndini eru frá vinstru Gestur Hovgaard, Ingibjørg Berg, forkvinna, Margit Stórá, landsstýriskvinna, Rakul í Gerðinum, Maud Hilduberg og Bogi Jacobsen.