01/09/2025 | Press release | Distributed by Public on 01/09/2025 07:44
Tað er at fegnast um, at tilsamans 591 nýggir føroyingar komu í verðina í 2024. Hetta eru 17 nýføðingar fleiri samanborið við árið frammanundan. Ein lítil og sera týdningarmikil øking í burðatalinum.
Harafturat eru fleiri børn á veg í 2025. Væntandi verða umleið 200 børn fødd fyrstu fýra mánaðirnar í ár. Hetta er ein góð gongd, sum vónandi fer at halda fram.
Hvørt einasta nýfødda barn er partur av einum nýggjum ættarliði. Nýføðingurin ber við sær vón fyri framtíðina og hevur týdning bæði fyri einstøku familjuna og alt samfelagið.
Burðatølini seinastu 11 árini
Kelda: Hagstova Føroya og Sjúkrahúsverkið
Burðatalið er lækkað nógv seinastu árini. Í 2023 fór føðitíttleikin fyri fyrstu ferð niðurum 2 børn fyri hvørja kvinnu í barnsburðaraldri. Í mong ár hevur føðitíttleikin í Føroyum verið serstakliga høgur samanborið við onnur lond, men líkist nú meira føðitíttleikanum í øðrum evropeiskum londum.
Hendan gongdin hevur vakt áheitanir um at tryggja betur umstøður fyri barnafamiljur og ung. Tí er tað eitt gott tekin, at burðatalið nú kvinkar upp eftir. Tað er ein áminning um, at smáar broytingar kunnu hava stóran týdning, og at vit eiga at halda fram at skapa góðar karmar fyri barnafamiljur.
At fleiri børn verða fødd, bendir á, at vón er um framtíðina, og at fólk hava álit á gongdini í samfelagnum. Tey nýggju ættarliðini bera við sær nýggja orku og eru okkara trygd fyri, at samfelagið verður varðveitt og ment, bæði búskaparliga og mentanarliga.