10/15/2025 | Press release | Distributed by Public on 10/15/2025 11:44
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2026 leggur landsstýrið upp til at hækka játtanina til filmsstuðul úr 4,6 mió. kr. og upp í 6,6 mió. kr. Hetta er ein greið raðfesting av føroyskum filmi, sum bæði listaliga og vinnuliga hevur tikið dik á seg, og sum hevur fingið altjóða viðurkenning seinnu árini.
Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, fegnast um raðfestingina á fíggjarlógini og sigur, at hon bæði styrkir filmslistina og tryggjar, at føroyskur filmur fær enn betri karmar at virka undir og at vaksa í.
Eitt týdningarmikið stig varð eisini tikið við ársbyrjan, tá vit tryggjaðu armslongd í umsitingini av filmsstuðlinum. Stuðulin er nú fluttur frá politisku skipanini til Mentanargrunn Landsins, sum umsitur stuðulin sjálvstøðugt og sambært kunngerð um film.
Alsamt fleiri føroysku filmsverk fáa altjóða viðurkenning. Fleiri nýggjar filmsframleiðslur eru vístar á stórum festivalum, og áhugin uttanlands er støðugt vaksandi. Tað seinasta dømið er, at filmurin Seinasta Paradís á Jørð hjá Sakariasi Stóra, nú er tilnevndur til filmsvirðisløn Norðurlandaráðsins fyri 2025 - og hetta er fyrstu ferð, at Føroyar eru umboðaðar í tí virðislønarbólkinum hjá Norðurlandaráðnum. Hetta vísir, at føroyskur filmur stendur seg í kappingini millum tey bestu í Norðurlondum.
Við at hækka játtanina til film er landsstýrið við til at tryggja, at jaliga gongdin heldur áfram, og at føroyska filmslistin fær framhaldandi møguleikar at mennast.