05/11/2026 | Press release | Archived content
Á hátíðarløtu í nýggja kappróðrarneystinum í Norðragøtu fríggjadagin vóru tvey serstøk listaverk avdúkað. Talan var um ein stóran málning eftir Livar Nysted og ein tríbekk, sum John Høgnesen hevur smíðað.
Nógv fólk vóru komin saman til tiltakið og stórur spenningur var um, hvussu bæði málningurin og tríbekkurin fóru at taka seg út í nýggja bygninginum.
Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, helt røðu til tiltakið og segði hann m.a. soleiðis í røðu síni:
Øll røðan kann lesast her.
Myndirnar eigur Eysturkommuna. Fleiri myndir frá tiltakinum kunnu síggjast her.