Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

10/10/2025 | Press release | Distributed by Public on 10/10/2025 10:16

Nýggjur samskiftiskaðal

Stig verða nú tikin at leggja eina nýggjan samskiftiskaðal úr Danmark til Grønlands. Nýggja kaðalætlanin er partur av seinastu verjusemjuni, sum í dag er gjørd millum flokkarnar á Fólkatingi og grønlendska landsstýrið.

Í tí sambandi fer Uttanríkis- og vinnumálaráðið undir samskifti við danska verjumálaráðið til tess at kanna møguleikarnar fyri at knýta nýggja kaðalin upp í føroyska fjarskiftisundirstøðukervið. Harumframt skal umrøðast, hvussu tað á mest skynsama hátt kann leggjast upp fyri føroyskum áhugamálum annars í mun til ætlanina. Hetta vórðu Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í uttanríkis- og vinnumálum, og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri Danmarkar, samd um á talgildum fundi í gjár. Farið verður eftir ætlan undir at umrøða viðurskifti viðvíkjandi kaðalætlanini nærri, tá ið Troels Lund Poulsen kemur á vitjan í Føroyum seinni í ár.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on October 10, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on October 10, 2025 at 16:16 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]