Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

06/12/2026 | Press release | Distributed by Public on 06/12/2026 14:38

Røða til fráfaringarhald fyri Gunn Hernes

Aftan á átta ár takkar Gunn Hernes fyri seg sum stjóri í Norðurlandahúsinum. Í tí sambandi, varð skipað fyri fráfaringarhaldi fríggjadagin 12. juni.

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum helt røðu. Hann takkaði Gunn fyri árini og segði millum annað soleiðis í røðu síni:


Góða Gunn. Tað er eingin loyna, at tú og eg ikki altíð hava sæð eins upp á øll viðurskifti. Men eitt livandi fólkaræði krevur ikki, at øll hugsa eins. Eitt livandi mentanarlív krevur heldur ikki, at øll ganga somu leið. Tað krevur nakað annað. Tað krevur, at vit kunnu hittast hóast ymisk sjónarmið. At vit kunnu vera ósamd - og framvegis vísa hvørjum øðrum virðing. Tað er ein av teimum sterkastu súlunum í Norðurlondum - tann fólkaræðisliga samrøðan.

Øll røðan fyri Gunn Hernes kann lesast her.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on June 12, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on June 12, 2026 at 20:38 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]