10/09/2025 | Press release | Distributed by Public on 10/09/2025 07:55
Almanna- og mentamálaráðið hevur í samráð við fólkakirkjuna sent uppskot til kunngerð um samsýningar hjá kirkjutænarum og hjálparfólki í fólkakirkjuni til hoyringar.
Kunngerðin skal skapa greiðari reglur fyri samsýningum og lønum hjá teimum, sum virka sum kirkjutænarar, urguleikarar og øðrum hjálparfólki í føroysku fólkakirkjuni.
Kunngerðin byggir á § 33 í løgtingslóg um embæti og størv í fólkakirkjuni. Har verður m.a. ásett, at landsstýrismaðurin kann áseta reglur fyri, hvussu nógv í mesta lagi kann verða latið í samsýning og løn, og hvussu hetta verður flokkað eftir útbúgving, førleikum og arbeiðsuppgávum.
Sambært uppskotinum kann samsýning fyri kirkjuligar tænastur í mesta lagi vera á lægsta lønarstigi í sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Um arbeiðið krevur serligar fakligar førleikar, kann Stiftsstjórnin loyva, at samsýning verður ásett á øðrum grundarlagi.
Serligar reglur eru eisini gjørdar fyri urguleikarar, har samsýningin verður ásett eftir útbúgving og royndum. Eisini er eitt hámark ásett fyri tímatal í sambandi við ymsar tænastur, t.d. hámessur, brúðarvígslur og jarðarferðir. Hetta skal tryggja, at samsýning og arbeiðstíð verða sett í eina greiðari og meiri gjøgnumskygda legu.
Kunngerðin skal koma í gildi 1. januar 2026, og allar avtalur, sum ikki samsvara við nýggju reglurnar, skulu vera endurskoðaðar í seinasta lagi 1. januar 2027. Sostatt verður 2026 eitt slag av einum skiftisári.
Freistin at gera viðmerkingar er 31. okt. 2025.