Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

03/03/2026 | Press release | Distributed by Public on 03/04/2026 09:31

Brævatkvøður til reiðarí og sjófólk til løgtingsvalið 2026

Vísandi til, at løgmaður hevur skrivað út løgtingsval at verða 26. mars 2026, skal Fíggjarmálaráðið upplýsa, at sjófólk, sum koma í havn kring heimin, kunnu greiða brævatkvøðu hjá skiparanum umborð, um hesin hevur brævatkvøðutilfar til løgtingsvalið umborð.

Fíggjarmálaráðið sendir reiðaríum og skipum, sum hava manning, sum vil greiða atkvøðu umborð, brævatkvøðutilfar. Manning og reiðarí kunnu venda sær til Fíggjarmálaráðið við boðum um, hvussu nógvum brævatkvøðutilfari tørvur er á, og hvagar tilfarið skal sendast.

Er einki slíkt brævatkvøðutilfar umborð, er eisini møguleiki fyri at fara inn á eina danska sendistovu at brævatkvøða. Hóast slíkar sendistovur eiga at hava brævatkvøðutilfar, er best at ringja til teirra frammanundan at tryggja sær, at so er. Í Danmark og Grønlandi ber eins og í Føroyum til at atkvøða hjá kommunum/borgerservice.

Atkvøðugreiðsla við brævi kann í seinasta lagi fara fram dagin fyri valdagin. Harumframt skal havast í huga, at brævatkvøðan skal vera komin fram til valstaðin áðrenn atkvøðugreiðslan byrjar tann 26. mars 2026, sbrt. § 37, stk. 2, í løgtingsvallógini.

Tey, sum vilja hava brævatkvøður, kunnu venda sær til Fíggjarmálaráðið:

Tinganes, Postrúm 2039, FO-100 Tórshavn
Telefon: +298 35 20 20 | +298 55 80 73
[email protected] | www.fmr.fo

Avgreiðslutíðir:
Mánadag - Fríggjadag
09:00 - 15:00

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on March 03, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on March 04, 2026 at 15:31 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]