Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

10/13/2025 | Press release | Distributed by Public on 10/13/2025 07:47

Landið og kommunurnar samd um at savna demensøkið hjá kommununum

Í dag hava landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu og formaðurin í Kommunufelagnum, Tórbjørn Jacobsen, havt fund um málið um at savna demensøkið hjá kommununum.

Lógaruppskotið, sum leggur upp til, at tilboðini til borgarar undir fólkapensjónsaldur við demenssjúku frameftir verða veitt av kommununum, hevur verið til ummælis. Freistin at senda inn ummælisskriv er nú farin.

Mett verður, at hetta er ein góð og natúrlig loysn, sum tryggjar, at ábyrgdin verður greitt skipað og liggur hjá einum geira. Flestu kommunurnar hava væl útbygd tilboð til fólkapensjónistar við demens, bæði búpláss og dagtilboð. Við hesi broyting slepst undan, at borgarar og avvarðandi teirra mugu venda sær til fleiri almennar myndugleikar.

Tað er semja millum landið og kommunurnar um at flyta ábyrgdina av demensøkinum til kommunurnar, soleiðis at tryggjað verður, at borgarar ikki detta niður í millum skipanir.


Landsstýrismaðurin í almanna- og mentamálum, Eirikur í Jákupsstovu, heldur tað vera gott, at semja er fingin við kommunurnar.

Hetta er eitt týdningarmikið stig í arbeiðinum at skapa greiðari og meira samanhangandi tænastur til fólk við demens og teirra avvarðandi. Kommunurnar hava longu drúgvar royndir á økinum, og við hesum fáa vit eina skipan, sum er bæði einfaldari og betri fyri borgaran, sigur landsstýrismaðurin.
Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on October 13, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on October 13, 2025 at 13:47 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]