01/29/2026 | Press release | Distributed by Public on 01/29/2026 08:48
Fíggjarmálaráðið umsitur eina játtan, hvørs endamál er at stuðla tiltøkum á útoyggjum, sum virka mennandi fyri útoyggjar.
Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Játtanin verður umsitin sambært reglugerð um stuðul til útoyggjamenning. Játtanin er á 1.1 mió. kr.
Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað. Umsóknarblað og reglugerð kunnu heintast á heimasíðuni [email protected]
Reglugerð og umsóknarblað:
Freistin at søkja um stuðul er fríggjadagin 13. februar 2026.
Umsóknir skulu sendast til:
[email protected] ella til
Fíggjarmálaráðið
Tinganes
100 Tórshavn.