Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

02/22/2026 | Press release | Distributed by Public on 02/22/2026 05:38

Altjóða skótavitjan

Umboð fyri altjóða skótafelagsskapin WAGGGS hava saman við føroyskum skótaleiðarum vitjað Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna- og útbúgvingarmálum.

Føroysku gentuskótarnir eru við at fáa sjálvstøðugan limaskap í altjóða skótafelagsskapinum WAGGGS, sum stendur fyri The World Association of Girl Guides and Girl Scouts. Endamálið hjá altjóða felagnum er: "At stuðla gentum og ungum kvinnum at menna sjálvsálit, leiðsluevni og førleikar at gera mun í egnum lívi og samfelagi".

Landsstýrismaðurin varð kunnaður um altjóða felagsskapin, har 153 lond og meiri enn 10 milliónir fólk kring allan heimin eru við. Á fundi í Kambodja í juni mánaði í ár fer WAGGGS at taka støðu til sjálvstøðugan føroyskan limaskap. Tað eru grønu KFUK-skótarnir og gentuskótarnir í Føroya Skótasambandi, sum umvegis Føroya Skótaráð koma at verða limir í altjóða felagnum.

Føroysku dreingjaskótarnir eru í altjóða høpi skipaðir í ein annan felagsskap, WOSM (World Organization of the Scout Movement), har Føroyar enn ikki hava rokkið sjálvstøðugum limaskapi, men luttaka umvegis Danmark.

Tað eru umleið 1000-1200 skótar í Føroyum, harav meiri enn helmingurin eru gentur. Talið á skótum er økt seinastu árini, og tað er at fegnast um, tí tað er gott fyri børn og ung at vera partur í einum felagsskapi, sum byggir á virðini hjá skótarørsluni: Ábyrgd, álit, virðing, hjálpsemi og tænastuhugur.

Landsstýrismaðurin ynskti føroysku skótunum góða eydnu at fáa tað seinasta upp á pláss við sjálvstøðugum altjóða limaskapi í WAGGGS.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on February 22, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on February 22, 2026 at 11:39 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]