Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

09/30/2025 | Press release | Distributed by Public on 09/30/2025 03:27

Fíggjarlógin 2026: Dentur lagdur á haldførið og ungdómin

Fíggjarlógaruppskotið fyri 2026 leggur dent á at tryggja haldførið í almenna búskapinum og betra umstøðurnar hjá barnafamiljum og ungdóminum

Landsstýriskvinnan í fíggjarmálum, Ruth Vang, hevur í dag lagt uppskot fyri Løgtingið um løgtingsfíggjarlóg 2026.

Í uppskotinum er samlaði útreiðslukarmurin 7.720 mió. kr. og inntøkurnar eru 7.547 mió. kr. Tað merkir, at hallið í hesum fíggjarlógaruppskoti verður 173 mió. kr.

Nýggjastu inntøkumetingarnar fyri 2026 vísa nakað lægri inntøkur enn roknað varð við í játtanarkørmunum í vár. Tí er metingin lækkað knappar 90 mió. kr. Orsøkin er lágu laksaprísirnir í ár, sum hava við sær, at landskassin fer at fáa væl minni inn í partafelagsskatti og kapitalvinningsskatti enn roknað varð við fyrr í ár.

Føroyski búskapurin er kortini væl fyri við lágum arbeiðsloysi og stórum arbeiðsvirkni. Fíggjarmálaráðið metir, at útlit eru til ein hóvligan og varisligan búskaparvøkstur næstu 1-2 árini. Tó eru ávísar óvissur í slíkum metingum, serliga tí broyttar umstøður innan toll og altjóða handil kunnu ávirka gongdina í heimsbúskapinum.

Bygningar og samferðsla

Sum vant er nógv tann størsti parturin av útreiðslunum í fíggjarlógini rakstrarútreiðslur. Rakstrarkarmurin í 2026 er 7.153 mió. kr, og løgur og løgukendar útreiðslur eru 567 mió. kr. Nærum helvtin av løgunum fer til bygningar, m.a. bústovnar, Fróðskaparsetrið, Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahús og goymslubygning til Tjóðsavnið.

Eisini verður peningur játtaður til samferðslukervið. Nevnast kann Suðuroyartunnil, brúnna um Streymin og strandfaraskip.

Gjørdar verða ávísar sparingar fyri at lækka rakstrarkostnaðin, og á inntøkusíðuni verður eitt nú hægri avgjald lagt á snús og tubbak og MVG frádrátturin fyri leigubilar verður broyttur.

Haldførið skal styrkjast

Neyðugt er at gera nakað við haldførisavbjóðingina hjá almennu kassunum. Búskaparráðið kom í 2024 við fýra tilmælum um at styrkja fíggjarpolitiska haldførið, nevniliga at hækka pensjónsaldurin, effektivisera eldraøkið, seta í verk fíggjarpolitiskt regluverk og minka um fráflytingina.

Landsstýrið ætlar, at pensjónsaldurin skal hækka, og eitt fíggjarpolitiskt regluverk er sent í almenna hoyring, sum hevur til endamáls at seta hámark fyri rakstrarútreiðslurnar hjá landinum.

Fleiri av raðfestingunum í fíggjarlógaruppskotinum leggja dent á at betra umstøðurnar hjá barnafamiljum og ungdómi í Føroyum, m.a. øktur barnafrádráttur, hægri lestrarstuðul og at lata ávísar gerandisvørur sleppa undan meirvirðisgjaldi.

Uppskot til løgtingsfíggjarlóg 2026

Búskaparfrágreiðing II

Framløga

Stroyming

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on September 30, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on September 30, 2025 at 09:27 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]