Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

05/08/2026 | Press release | Distributed by Public on 05/08/2026 08:59

Norðurlendsk ráðstevna um fisk og framtíðina verður hildin í Havn

Føroyski formansskapurin í fiskivinnusamstarvinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum skipar fyri ráðstevnu í Føroyum við heitinum fiskur og framtíðin - møguleikar og avbjóðingar.

Havsins tilfeingi hevur stóran týdning fyri kappingarførið og vælferðina í Norðurlondum. Samstundis hevur havið ein týðandi leiklut í at tryggja burðardygga matvøruframleiðslu til bæði Norðurlond og umheimin. Sambært formansskapsætlanini hjá Føroyum og Danmark fyri 2026 skulu Norðurlond ganga á odda í arbeiðinum fyri sunnum og burðardyggum mati úr havinum, ið eisini er ein týdningarmikil partur av grønu umleggingini.

Á ráðstevnuni fara serfrøðingar frá ymiskum geirum at geva boð uppá spurningin: "Hvussu fáa framtíðar samfeløg mest virði burtur úr havsins tilfeingi?"

Ráðstevnan fer at seta sjóneykuna á tørvin á nýskapan og heildarhugsan í fiskivinnuni - frá grunni at munni- umframt týdningin av burðardyggari umsiting av fiskastovnum og verju av havumhvørvinum.

Eitt annað týðandi evni verður, hvussu vit fáa ung at velja fiskivinnuna sum vinnuveg. Skulu Norðurlond varðveita og menna eina burðardygga fiskivinnu í framtíðini, er neyðugt at styrkja áhugan hjá ungum fyri útbúgving og starvi innan fiskiveiðu og framleiðslu av mati úr havinum. Hetta krevur bæði vitan, tøkniliga menning og sterkt nýskapanarumhvørvi, ið kunnu draga nýggjar evnagóðar spírar at vinnuni.

Ráðstevnan verður í Siloini á Vestaru Bryggju í Havn 8. juni kl. 08:30 - 15:45.
Luttøka er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg her.
Seinasta freist fyri tilmelding er mánadagin 1. juni, ella so leingi pláss er.

Nærri kunning um ráðstevnuna, sí her, har eisini ber til at síggja fyribils skránna og tekna seg til ráðstevnuna.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on May 08, 2026, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on May 08, 2026 at 14:59 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]