Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

10/29/2025 | Press release | Distributed by Public on 10/29/2025 08:04

Føroysk umsókn farin til Nordisk Film & TV fond

Á myndini síggjast Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður í mentamálum, og Liselott Forsman, stjóri fyri Nordisk Film & TV Fond.

Tað grør um gangandi fót á mentanarøkinum. Føroyar hava við filminum hjá Sakarisi Stóra, Jón Hammer o.ø. Síðsta paradís á jørðfyri fyrstu ferð verið tilnevnd til og eisini vunnið norðurlendsku filmsvirðislønina, og tað hevur verið ein heiður hjá Eiriki í Jákupsstovu, landsstýrismanni í mentamálum, at taka lut í fagnaðinum á árliga norðurlandaráðsfundinum, sum í hesum døgum verður hildin í Stokkhólmi.

Í tí sambandi hevur landsstýrismaðurin í gjár - eftir ynski frá Filmshúsinum og Kringvarpi Føroya - sent eina formliga umbøn til nevndina hjá norðurlendska ráðharraráðnum innan mentan um, at almenni filmsstovnurin Filmshúsiðog Kringvarp Føroya kunnu gerast limir í norðurlendska films- og stjónvarpsgrunninum Nordisk Film & TV Fond.Hetta fer m.a. at geva filmsvinnuni í Føroyum betri møguleika fyri at søkja um stuðul frá grunninum til films- og sjónvarpsverkætlanir í samstarvi við ein ella fleiri av okkara grannum í Norðurlondum.

Eirikur fekk aftaná ráðharrafundin fyri mentan, har m.a. umstøðurnar fyri norðurlendsku sjónvarps- og filmsvinnuna varð viðgjørd, høvi til at umrøða málið við stjóran fyri norðurlendska films- og sjónvarpsgrunnin, Liselott Forsman.

Um tað gongst, sum vónað og væntað, so kann støða takast til umsóknina á komandi ráðharrafundinum fyri mentan, sum verður á vári komandi ár.

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on October 29, 2025, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on October 29, 2025 at 14:04 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]