06/30/2026 | Press release | Distributed by Public on 06/30/2026 01:58
Endamálið við útgávunum "Ognaryvirlit" og "Fiskirættindi" 2026 er at tryggja gjøgnumskygni, og at fólk á einfaldan hátt fáa yvirlit yvir, hvørji samtøk, feløg ella persónar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum, og hvussu fiskirættindini eru skipað og býtt.
"Ognaryvirlit 2026" vísir, hvørji samtøk, feløg ella persónar eiga fiskiførini í føroyska fiskiflotanum.
"Fiskirættindi 2026" er eitt yvirlit yvir fiskirættindi hjá føroyska fiskiflotanum.
Yvirlitið er ein lýsing, ið er bygd upp í trimum stigum:
Tað eru Vørn og Uttanríkis- og fiskimálaráðið, sum standa fyri útgávunum.
Yvirlitini liggja á heimasíðunum hjá Uttanríkis- og fiskimálaráðnum og Vørn
www.ufmr.fo / KUNNING / Frágreiðingar og álit - Fiskivinnumál
www.vorn.fo / FISKIVEIÐA / Ognaryvirlit ella Fiskirættindi