Prime Minister´s Office of the Faroe Islands

11/16/2024 | Press release | Distributed by Public on 11/16/2024 04:27

Styrkja tilbúgvingina

Báðir partar vilja styrkja um tilbúgvingarsamstarvið. Hetta var millum niðurstøðurnar, tá ið landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum, Bjarni K. Petersen, hitti danska starvsbróðurin, Torsten Schack Pedersen, í Keypmannahavn 15. novembur. Føroyar arbeiða við at betra um samstarvið við Danmark og hini Norðurlondini um tilbúgving, millum annað innan Haga-samstarvið.

Bjarni K. Petersen var sera fegin um samrøðuna við danska ráðharran og segði soleiðis eftir fundin: "Vit høvdu eina sera góða samrøðu um samstarv á tilbúgvingarøkinum, ið báðir partar vilja styrkja. Ítøkiliga havi eg góðar vónir um, at Føroyar kunnu luttaka meiri aktivt framyvir í Haga-samstarvinum og innan norðurlendska samstarvið um veitingartrygd".

Prime Minister´s Office of the Faroe Islands published this content on November 16, 2024, and is solely responsible for the information contained herein. Distributed via Public Technologies (PUBT), unedited and unaltered, on November 16, 2024 at 10:27 UTC. If you believe the information included in the content is inaccurate or outdated and requires editing or removal, please contact us at [email protected]