05/06/2025 | Press release | Distributed by Public on 05/06/2025 08:22
Á fíggjarlógini fyri 2025 eru 350.000 kr. settar av til at stuðla umhvørvisverndartiltøkum.
Endamálið er, at menna vitanina um náttúru og umhvørvi, at fyribyrgja og avmarka dálking, skipa verju av djóra- og plantusløgum og landsløgum, umframt at kunna um náttúru- og umhvørvisviðurskifti og stuðla undir orkusparandi tiltøkum.
Til ber hjá einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum at søkja um stuðul.
Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað.
Sí: Umsóknarblað og reglugerð.
Freistin at søkja um stuðul er 31. mai 2025
Umsóknir skulu sendast til teldupost umhvorvi@umhvorvi.fo
© Símun J. Hansen og Umhvørvismálaráðið