01/30/2026 | Press release | Distributed by Public on 01/30/2026 02:56
Ein nýggj felags móttøka fyri ávísingar við illgruna um krabbamein, sett á stovn í Sjúkrahúsverkinum. Endamálið við móttøkuni er at tryggja, at allar krabbameinsávísingar skjótari og lættari koma á rætta stað, so útgreining og viðgerð kann fara í gongd uttan óneyðugt drál. Hetta er sambært tilmæli í Krabbameinsætlanini frá 2022.
Tað vil siga, at tá ið kommunulæknar framyvir skulu senda ávísingar har illgruni er um krabbamein, tá skulu ávísingarnar sendast til móttøkueindina - Krabbaútgreining.
Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og heilsumálum, fegnast um nýggju móttøkueindina:
Nýggja móttøkan verður staðsett og skipað á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum, har ávísingar verða mettar og neyðugar kanningar bílagdar skjótast gjørligt.
Sjúkrahúsverkið væntar, at nýggja skipanin fer at geva betri yvirlit og skrásetingar umframt lættari arbeiðsgongdir hjá bæði kommunulæknum og sjúkrahúsverkinum - og fram um alt tryggja, at útgreining og viðgerð verður sett í verk skjótast gjørligt, tá illgruni er um krabbamein.
Kunning og leiðreglur fyri fakfólk eru tøkar á heimasíðuni hjá Sjúkrahúsverkinum - Krabbaútgreining - Sjúkrahúsverkið