10/10/2025 | Press release | Distributed by Public on 10/10/2025 11:46
Í nýggju verjusemjuni hjá donsku stjórnini vera ætlanir lýstar um at stovna eitt nýtt kaðalsamband millum Danmark og Grønland.
Ein liður í hesum ætlanum eru eisini at fáa Føroyar knýttar uppí.
Hesar ætlanir eru ein liður í málinum um at binda norðuratlantsøkið tættari saman á samskiftisøkinum.
Síðani hetta landsstýrið tók við, hevur Løgmálaráðið havt eitt áhaldandi samskifti við Føroya Tele um møguleikan fyri at útvega ein nýggjan sjókaðal.
Í 2024 hitti landsstýrismaðurin í lógarmálum íslendska uttanríkisráðrarrin, Þórdís Kolbrún Reykfjörð Gylvadóttir, har møguleikin at leggja ein samskiftiskaðal millum Ísland og Føroyar og víðari til evropeiska meginlandið varð umrøddur, eins og umrøtt varð, at Grønland kundi verið við í slíkari verkætlan.
Í fjørheyst sendi landsstýrismaðurin danska verjumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen, eitt bræv við ynski um at kanna á tøkniligum stigi, um grundarlag var fyri einum samstarvi millum Danmark, Føroyar, Ísland og Grønland um ein nýggjan sjókaðal. Avtalað varð tá, at Føroya Tele skuldi samskifta við danir um møguligar loysnir.
Við verjusemjuni er enn eitt stig tikið fyri at tryggja Føroyum betri samband við útheimin á samskiftisøkinum.