04/22/2026 | Press release | Distributed by Public on 04/22/2026 08:16
Snotiligu hølini í BORG á Glyvrum vóru meira enn fullsett til tiltakið Hvør smíðar framtíðina hjá føroyska bátinum, sum Tjóðsavnið, Føroyska UNESCO-nevndin og Runavíkar kommuna skipaðu fyri í sambandi við Mentanarvikuna í kommununi.
Landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, setti tiltakið.
Við framløgum, pallborði og kjaki komu bæði bátasmiðir, vinnulívsfólk, kappróðrarfólk, savnsfólk, lærarar, politikarar og eldsálir til orðanna og søgdu sínar hugsanir um, hvat skal til fyri at varðveita føroyskt bátasmíð og føroyska bátin í brúki.
Niðurstøðan var greið. Føroyski báturin er mentanararvur í heimsklassa, og hann er ein týðandi partur av okkara samleika sum tjóð.
Føroyskt bátasmíð skal varðveitast, og vit skulu skapa góðar umstøður til føroyskar bátar og bátaeigarar, soleiðis at tað verður lætt at flota ein bát og at fáa hann undir tak. Harafturat skal ein bátadepil gerast við fakfólkum, har yngri ættarlið kunnu læra um føroyska bátin, um bátasmíð og at brúka bátin.
Land, kommunur og øll, ið eru áhugað í føroyska bátinum, mugu standa saman um varðveita henda dýrabara mentanararv okkara til komandi ættarlið. Semja var um at fara til verka sum skjótast.
Røðan hjá landsstýrismanninum kann lesast her.