06/02/2026 | Press release | Distributed by Public on 06/02/2026 07:33
Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, hevur vitjað Umhvørvisstovuna, har leiðslan greiddi frá um virksemið á stovninum. Høvið var eisini at heilsa upp á starvsfólkini, sum greiddu frá sínum dagliga arbeiði.
Landsstýriskvinnan fekk handað eina vetrarbirk (Drimys winteri), ið er framleidd á Gróðurstøðini í Miðhoydølum.